List til eitt vist - Myndlist

15/02/2023 1h 41min Temporada 1 Episodio 1
List til eitt vist - Myndlist

Listen "List til eitt vist - Myndlist"

Episode Synopsis

Listafólk hava leingi eftirlýst ein pall, har mann kemur hvørjum øðrum við, sparrar og kjakast um list. Og tað er her, at List til eitt vist kemur inn í myndina. Við framløgum og kjaki seta vit fokus á listina, har tað eru listafólkini sum seta dagsskránna og lata dyrnar upp til føroyska listaheimin.Fyrsti partur snúði seg um myndlist.Hesi fýra mannaðu panelið í fyrsta listatiltakinum:Jón Sonni Jensen: Kurator, útbúgvin innan myndlist og drúgvar royndir í alskyns listanevndum. Bárður Dal Christiansen: Kurator, arkitektur, listamaður og formaður í Føroysk Myndlistafólk.Guðrið Poulsen: Útbúgvin keramikari, drúgvar royndir innan listaheimin í Føroyum og hevur havt nógvar altjóða framsýningar.Birgir Kruse: Virðisløntur mentanarviðmerkjari og –eygleiðari og bloggari.Óluva Zachariasen, journalistur, var orðstýrari.